TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við unga, evnaríka miðvallarin hjá KÍ, Jákup B. Andreasen, sum er av góðum fótbóltsbergi brotin. Hann er nevnliga sonur Jan B. Andreasen, sum vann FM við KÍ í 1991 og í 1999, og pápin bara tá eitt ára gamal Jákup inn á vøllin, tá KÍ seinast vann FM í 1999. Nú vónar sonurin at kunna gera tað líka gott fyri KÍ.
Jákup B. Andreasen var so óheppin, at hann beglaði, tá hann kom skeivt niður aftaná ein nærdyst í 5-1 sigrinum hjá KÍ ímóti AB við Djúpumýru í Klaksvík fyrr í kvøld. Jákup B. Andreasen vónar, at skaðin ikki verður drúgvur, og vónar at verða klárur at tørna út fyri KÍ, tá effodeildin verður tikin uppaftur.
Ungi miðvallarin heldur tað verða stuttligt at hava fingið møguleikan á einum liði, sum hevur nógvan viðvind fyri tíðina, og hann fegnast um, at tað hevur eydnast honum at taka av møguleikanum. Hann heldur, at KÍ hevur nógvar profilar, sum duga at skjóta mál, og tað koppar tað til KÍ.