Tað kom púra óvart á teir í Frem, at teir skuldu tapa dystin ímóti botnliðnum Skive í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin. Frem var favorittur og hevði brúk fyri trimum stigum, men Skive skoraði tvey mál seint í dystinm og vann harvið dystin. Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá Frem. Nú 15 umfør eru spæld í donsku 1. deild, liggur Frem sum nummar 14 í deildini – fimm stig frá niðurflytigarstrikuni.