TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Símun Eliasen aftaná 2-3 tapið hjá ÍF ímóti TB við Stórá í Trongisvági í dag.
Fyri teir í hópinum hjá ÍF var tað eitt vónbrot at missa javnleikin ímóti dystarenda. Eyka súrt var tað hjá ÍF ikki at fáa úrtøku í dag nú HB snávaði ímóti AB í Gundadali í Havn. ÍF hevði kunnað við sigri hálað veruliga inn á HB á fimta plássinum.
Símun Eliasen ásannar, at ÍF er eitt sera óstøðugt lið, sum kappingarárið hevur prógvað. Komandi sunnudag skal ÍF royna at vinna á Skála á fyrsta sinni hetta kappingarárið.