Vónbrotið egin ábyrgd

Tað var ein heldur vónbrotin Eyðun Elttør, sum Sosialurin fekk fatur á heima hjá sær sjálvum mikudagin. Vónbrotið var ikki serliga tað, at hann ikki kom innaftur, men tí at valið hjá Sjálvstýrisflokkinum sum heild ikki var nóg gott

Klaksvík:
? Sjálvandi er ein nakað vónbrotin um úrslitið, men tað veit ein av, tá ein er politikari. Tað er veljarin, sum setur krossin, og tá má ein duga at liva við. Eg kann ikki fara at leggja meg í songina fyri tað, sigur ein avkláraður Eyðun Elttør.
Hann dylir tó kortin ikki fyri, at tað besta hevði verið, um tað hevði eydnast flokkinum at fingið tvey umboð inn á ting.
? Tað hevði verið eitt veldugt framstig, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin, sum sum nú er ikki longur er aktivur í landspolitikki.
Eyðun heldur tað vera lítið sannlíkt, at ein landsstýrismannasessur kemur upp á tal, men hann viðgongur tó, at alt kann henda. Og um so er, er Eyðun Elttør til dystin fúsur.
? Um Sjálvstýrisflokkurin kom aftur í samgongu, og eg varð biðin um at vera landsstýrismaður, so hevði eg játtað bæði gleðiliga og álvarsliga, sigur Eyðun Elttør.
Hann sigur, at tá val er, má ein vera realistiskur. Møguleikin fyri ikki at vera afturvaldur vil altíð vera tilstaðar, og hann heldur, at ein má minnast til at tað er eins egna ábyrgd.
? Flokkurin hevði eina afturgongd til valið í norðoyggjum, og tað mugu vit taka til eftirtektar og hyggja, hvat tað er, sum vit hava gjørt skeivt, sigur hann.
Og hann er sannførdur um, at um valið í norðoyggjum og í suðurstreymoy hevði hilnast eitt sindur betur, so hevði flokkurin nátt sínum máli at fáa tveir tinglimir.