Vónbrotið og samrøðurnar aftaná Skotlandstapið (Rás2)

(Rás2) Hoyr Hákun H. Weihe, leikara og Magnus Tausen, formann í FBF seta orð á vónbrotið at tapa 2-3 ímóti Skotlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá teir avgerandi bóltarnir fóru í gólvið í teimum fimm settunum í U20 manslandsdystinum í EM-kappingini fyri smátjóðir, tá Føroyar taptu 2-3 ímóti Skotlandi. Settmunurin í dystinum var 25-19, 21-25, 25-20, 21-15 og 13-15. Óli G. Samuelsen segði frá dystinum, og Hans Fróði Jensen var viðmerkjari.


2) Hoyr viðmerkjaran, Hans Fróða Jensen taka samanum føroyska avrikið.


3) Hoyr formannin í flogbóltssambandinum taka samanum ein spennandi dyst, sum tíverri ikki koppaði okkara veg í samrøðu við Óla G. Samuelsen.


4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hákun H. Weihe, sum tíverri mátti skaddur út við ta mest avgerandi løtuna í fimta setti.

 

5) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við skotska venjaran, Thomas Dowens, ið kundi fegnast um, at hansara menn vendi einum hóttandi tapi til ein søtan sigur. 

 

Fyrr í dag vann Luksemborg 3-1 á Íslandi (24-26, 25-15, 25-16 og 25-23)

 

 

Ígjár vann Luksemborg 3-1 á Skotlandi, og Føroyar vunnu 3-1 á Íslandi

 

 

Luksemborg hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig, Skotland hevur trý stig og Ísland hevur einki stig.

 

 

Skulu Føroyar vinna EM fyri smátjóðir krevur tað ein 3-1 ella 3-0 sigur yvir Luksemborg í morgin. Tann dysturin byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

 

Ísland og Skotland spæla klokkan 14 í morgin.