Vónbrotin

Jákup á Borg varð mikumorgunin offraður á taktiska altarinum, men hóast vónbrotin, so er hann avgjørdur um, at tað skal bera til at vinna sær pláss á liðnum aftur

Síðani hann tann 24. mars slapp fyri fyrstu ferð slapp at byrja inni millum teir fyrstu ellivu á A-landsliðnum, hevur eingin verið í iva um, hvør hevur átt plássi høgrumegin á miðvøllinum.
Jákup á Borg var ferð eftir ferð millum teir bestu á føroyska fótbóltslandsliðnum. Og hóast hann kanska onkra tíð ikki var heilt so sannførandi, so var status hansara í hópinum av slíkum slag, at hetta ikki var ein spælari, sum bara varð settur av uttan víðari.

Meira avbjóðandi
Ikki minst var hann fyrsta partin av seinastu undankapping flúgvandi. Tað kom mest sum ikki fyri, at Føroyar skoraðu, uttan at Jákup onkursvegna hevði ein fót við í spælinum, men higartil hevur leiklutur hansara í hesari undankappingini ikki verið ein dominerandi.
Og mikumorgunin fekk hann so at vita, at tað ikki var rúm fyri honum millum teir fyrstu ellivu í dystinum móti Írlandi.
- Tað var sjálvandi eitt stórt vónbrot. Eg havi ikki sitið á beinkinum síðani á heysti 2000, so sjálvandi var talan um vónbrot.
Fekst tú nakra frágreiðing frá venjaranum?
- Ikki nakra veruliga frágreiðing sum so. Henrik segði mær beint undan taktikk-fundinum, at hann ikki hevði verið nóg væl nøgdur um avrikið hjá mær seinast. Einamest, tí eg ikki hevði bjóða nóg nógv av.
Og er tað ein frágreiðing, sum tú kanst góðtaka?
- Tað er mann jú noyddur til. Sjálvur haldi eg, at spælið og spæliætlanin móti Sveis ikki legði upp til, at eg skuldi bjóða so nógv av. Men tað er ikki so nógv at gera við tað. Ikki annað enn at arbeiða hart fyri at sleppa upp í part aftur.
- Men tað var keðiligt, at tað júst skuldi vera til hendan dystin, sum mann hevði glett seg so nógv til. Og ikki minst, tá mann eisini sá, hvussu gott pláss vit fingu at spæla á, helt hann.

Fegnast um avrikið
Men hóast hann soleiðis ikki fekk júst tann leiklut, sum hann kundi hugsað sær, so duldi Jákup ikki fyri, at hann var fegin um avrikið hjá liðfeløgunum.
- Sum eykamaður skalt tú kanska vóna, at tað gongst illa hjá onkrum av hinum, so tú fært møguleikan aftur. Men eg má siga, at tað var deiligt at síggja góða føroyska avrikið. Ikki minst eri eg fegin um, at tað gekst somikið væl hjá Heðini. Hann hevur bíða eftir sínum møguleika leingi, og hann tók eisini veruliga av hesaferð.
Seinastu 10 minuttirnar av dystinum slapp Jákup tó á vøllin. Og hóast tíðin var stutt, so tóktist hann vilja prógva, at hann framyvir aftur skal hoyra heima millum teir fyrstu ellivu.
- Eg var jú ikki meira fornermaður enn so, at eg vildi vísa, hvat eg standi fyri. Eg haldi eisini, at eg kom hampuliga væl inn í spælið, men tað er altso óluksáliga trupult at koma inn í ein dyst. Alt tykist ganga nógv skjótari fyri seg, enn tá tú byrjar inni, so tað er avgjørt ikki nakar lættur leiklutur. Men sum sagt, so má eg bara royna at sannføra um, at eg aftur skal teljast millum teir fyrstu næstu ferð, segði altso Jákup á Borg at enda.