Tað var eitt vónbrot, tá ið OB í gjár tapti 1-0 á heimavølli ímóti Randers. Jóan Símun Edmundsson byrjaði í álopinum, nú Rasmus Festersen var skaddur.
Danskir miðlar hava ikki góð orð at bera avrikinum hjá OB, og Jóan Símun er ein av teimum, ið verður nevndur.
Jóan Símun, sum varð útskiftur í hálvleikssteðginum, viðgongur eisini, at tað ikki gekk heilt eftir vild hjá honum.
- Eg gjørdi nakrar villur, sum eg vanliga ikki geri, so sjálvsagt eri eg vónbrotin av mær sjálvum. Vit skulu aftur til venjing at fáa greiðu á hvat gekk galið, og so skulu vit bara víðari til næsta dyst, sigur Jóan Símun í samrøðu við bold.dk.
OB, sum í løtuni er nummar seks í Superliguni, skal sunnudagin á vitjan hjá Brøndby.