Persónslýsing
Hóast hann longu er við at umstilla seg til at vera politikkari og tann, sum myndar Runavíkar Kommunu, hevur Rodmund Nielsen av Glyvrum ta vón, at hann ikki fer at misa seg sjálvan burtur í tí at vera almennur persónur.
Hann situr í eini lítlari skrivstovu innan fyri hillarnar við billutum á Statoil støðini í Saltangará. Tann 34 ára gamli, komandi býráðsformaðurin í Runavík, Rodmund Nielsen, sum fram til nýggjárs er støðleiðari hjá Statoil í Saltangará. Hann hevur verið í starvi hjá felagnum í 10 ár. Hevur millum annað havt við skipsbunkringar at gera og leitt oljusøluna í Eysturoynni.
Nú eru útlit til at hann fer úr felagnum. Í hvussu er ta tíðina, hann verður býráðsformaður. Men Statoil hevur lovað honum, at eit starv verur at koma aftur til, sigur hann.
Úti í handilshølinum munnu starvsfólkini hava vant seg við at hava ein almennan persón í húsinum. Tí eingin ivi er hjá teimum um, at blaðmaðurin, man ætla at hitta leiðaran.
»Ger so væl. Far bara inn. Hann situr har inni«, eru boðini, ein smílandi, ung kvinna gevur, tá eg, lastaður við skriviamboðum og fototóli, komin inn.
Og har inni í lítla rúminum situr komandi borgarstjórin og riggar av, sum hann sjálvur sigur. Klæddur í blálitta arbeiðsbúnan hjá Statoil við búmerkjum her og har.
Tað fyrsta, ein leggur merki til við manninum, eru tey smílandi eyguni og tann gránandi vangin, hóast hann bert er miðskeiðis í tríatiárunum.
Men sum vit, ið hava tað prýðið, plaga at taka til:
»Bara ein »charma« aftrat«.
»Kom lat okkum heldur fara út í kaffistovuna. Her er so trongligt«, heldur hann og biður á vegnum eitt av handilsfólkunum fáa hendur á nøkrum rundstykkjum og kaffi at bjóða blaðmanninum.
Rodmund Nielsen greiðir frá, at eins og nógv onnur, fluttu foreldur hansara til kommununa, tí arbeiði fekst har. Bæði vóru tey ættað úr Vágum, men pápin fekk starv í Føroya Banka í Runavík, og tey fluttu inn á Glyvrar. So hóast Rodmund Nielsen er uppvaksin í kommununi, hann nú verður formaður fyri, sigur hann seg kortini verða ættaðan uttaneftir.
Men konan Eyð er innfødd. Heiðafólk burturav, sigur Rodmund. Grógvin føst í Heiðajørðina, hóast hon nú er endað við at arbeiða í Tórshavnar Kommunu. Hon situr á Skrivstovuni hjá Vestsalmon í Kollafirði.
»Tað er nú ikki so galið«, flennir komandi býráðsformaðurin, «at konan roynir at draga fremmandan kapital til kommununa.«
Eyð og Rodmund eiga tvey børn. Sjey ára gomlu Miu og tvey ára gamla Gorm.
Frítíðin
Frítíðaráhugamálini ætlar nýggi býráðsformurin sær framvegis at røkja í so stóran mun, tað upp á nakran máta letur seg gera. Og tað ger einki, heldur hann, um hann fær eitt sindur meira burtur úr í so máta, enn hann hevur fingið seinnu tíðina.
Rodmund hevur somu áhugmál, sum so mangir føroyingar. Sjógv og seyð. Og gæs hevur hann eisini fleiri, so har er nakað at síggja til, letur hann at.
Rodmund Nielsen sigur, at hann hvur gott samband og vinalag í Lamba, har tað liggur rættiliga væl fyri við seyða- og gásarhaldi. Og tað dámar honum rættiliga væl at fáast við.
Og bát hevur hann altíð havt, so ikki so lítið er gjøgnun árini komið í pottin tann vegin, sigur hann. At skjóta fugl dámar honum væl, hóast tað, eftir hansara egnu meting, hevur verið gjørt ov lítið burtur úr tí í seinastuni. Havhestarnir skulu bara fáast til vega á hvørjum ári, og í grind vil hann altíð vera fremstur, greiðir Rodmund Nielsen frá.
Og sum vera man dámar honum eisini at halda snøri. Hann plagar vanliga at fara eystur um, sigur hann. Er best kendur á leiðunum kring Mjóvanes, Nevið og inn á Lambavík.
Enn er hann ongan dag komin krøktur aftur, letur hann at, og ikki eru røstu greipurnar so heilt fáar, hann hevur fingið til høldar sjálvur.
Hvussu tað nú fer at verða við hesum, veit hann sjálvandi ikki. Men hann metir ikki, tað er rætt, at spenna seg so fyri, heldur ikki í politiskum arbeiði, at ikki ber til at fara eina løtu at skjóta, um verður og umstøður annars ikki forða fyri tí.
Men eisini aðrir bátar eru, sum hava hansara áhuga. Nevniliga kappróðrarbátarnir hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, har Rodmund Nielsen er kassameistari. Eitt starv, hann fer at leggja frá sær, nú hann fer at taka við sum býráðsformaður á nýggjárinum. Men neyvan man hugurin heilt fara at kølna kortini, væntar hann.
Lætt at taka við
Tað var í grundini ikki nøkur torfør avgerð at taka, tá honum stóð í boði at gerast býráðsformaður, sigur Rodmund Nielsen.
Hann hevði á valinum fingið eina greiða álitisváttan, sum hann eisini tók sum eina áheitan. Og heima kendi hann eisini stuðul til at taka við avbjóðingini. So hann var í grundini sannførdur um, tá hann fór á fundin, har býráðsformaðurin skuldi veljast, at fekk hann møguleikan, skuldi hann taka av.
-Tað er eingin, sum sigur, at tú ikki kanst gerast býráðsformaður, áðrenn tú hevur fylt 50. Og slíkur møguleiki kemur kanska ikki aftur. So tað er at taka við, tá ein slík avbjóðing fyriliggur, heldur Rodmund Nielsen, nýggjur býráðsformaður í Runavíkar Kommunu.
Men hann kendi beinanveg, sigur hann, at tað var góður samstarvshugur í býráðnum. Nógv nýtt fólk. Og samstundis onkur royndur at styðja seg til.
Og Runavíkar Kommuna er væl fyri. Har er gott støði at byggja á, sigur Rodmund Nielsen, sum við góðum treysti fer undir uppgávuna sum býráðsformaður í triðjustørstu kommunu í landinum.
Høvuðsmálini eru heilt greið. Vinnulívinum skal skapast tær allarbestu umstøðurnar at virka undir. Og skúlaspurninginum má ein loysn fáast á.
Havnarlagið er avgjørt berandi ásurin í kommununi, og tá umstøðurnar bara vera gjørdar góðar har, koma íløgurnar av sær sjálvum, er nýggi borgarstjórin sannførdur um.
Og skúlin skal raðfestast rættiliga høgt. Eingin ivi er í hansara sál um, at tað verða hesi bæði málini, sum koma at standa ovast á hansara lista.
Men tað eru so øgiliga nógv onnur mál, sum stinga seg fram í eini virknari og vaksandi kommunu, so her verður ivaleyst at tríva í, er Rodmund Nielsen, komandi býráðsformaður í Runavíkar Kommunu sannførdur um.