Vónin um nýggjar tunlar spríkir aftur

- Tað kennist ómetaliga óbehagiligt at standa inni í tunlunum her norðuri, koyst millum stórar bilar, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu.

 

 

Jólini 2019 verða tey seinastu fyri kommunuvalið, sum verður næsta ár. Hvørji mál ert tú serliga fegin um, at bygdaráðið higartil hevur framt? Henda spurning hava vit sett borgarstjóranum í Hvannasunds kommunu, Ingrid Petersen.

- Tá sitandi bygdaráð tók við í 2016, vóru vit samd um, at vit vildu arbeiða við at betra um trivnaðin hjá barnafamiljum í kommununi og royna at gera tað attraktivt fyri ungar familjur at seta búgv í kommununi. Serliga vildu vit royna at fyribyrgja, at tær ungu familjur, sum eru í kommununi, velja at flyta.

Borgarstjórin vísir á, at tey í bygdaráðnum hava kjakast nógv um, hvussu hetta kann gerast.

- Ein trupulleiki fyri tey, sum ynskja at seta búgv á bygd er, at tað er so trupult at fáa lán. So tá, vit gjørdu fíggjarætlan fyri 2019, avgjørdu vit at gera barnaansingina ókeypis, tá hetta betrar um fíggjarstøðuna hjá barnafamiljum, samstundis sum hetta vónandi ger, at onkur velur at flyta til kommununa, eins og at tey, sum eru her, verða verandi, sigur Ingrid Petersen.

Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?

- Nú er so bert eitt ár eftir av hesari setuni. Sitandi bygdaráð hevur brúkt nógva orku upp á at gera ætlan fyri dagføring og nýgerð av spæliplássi og spælivølli. Staðseting hevur verið ein avbjóðing, men tað er komið upp á pláss nú. So komandi ár fara vit at dagføra spæliplássið við kommunuskrivstovuna, gera ein spælivøll oman fyri kirkjuna og gera ein spælivøll og lítið spælipláss í Norðdepli.

Hon sigur, at tey eisini fara at arbeiða fyri, at Hvannasunds kommuna skal gerast grønari og meira umhvørvisvinarlig. Hitaskipanin, sum er í Skúlanum á Fossanesi, má skiftast út, og her verður miðjað eftir einari umhvørvisvinarligari loysn.

- Skúlin og barnagarðurin fara at fáa sankutøðkassar, soleiðis at alt lívrunnið verður gjørt til mold í staðin fyri, at tað skal koyrast til brennistøðina í Leirvík, og vit miðja eftir, at øll húski í kommununi skulu verða við í einari sankutøðskipan innan fá ár, sigur borgarstjórin.

Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2019?

- Tað keðiligasta var heilt avgjørt, tá tað frættist, at arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall skuldi útsetast til 2021. Tú merkti, hvussu hugstoytt fólk norðan fyri gjørdust, summi kedd, onnur óð.

Ingrid Petersen vísir á, at huglagið millum fólk gjørdist dapurt og neiligt, sum hon tekur til.

- Tað kom veruliga fram, hvussu trupult tað er hjá fólki at liva við verandi tunlum her norðuri – og ongantíð at vita, um tú endar í einum proppi. Fyri tey, sum ikki hava roynt hetta, kann eg heilsa og siga, at tað kennist ómetaliga óbehagiligt at standa inni í tunlinum, kroyst millum stórar bilar og vita, at tú hvørki sleppur aftur ella fram, sigur borgarstjórin.

Og hvat er tað besta, sum er hent í 2019?

- Tað besta má so vera, tá tað nú um dagarnar frættist, at peningur hóast alt verða settur av á fíggjarlógini, soleiðis at arbeiði við at gera tunlarnar Norður um Fjall veruliga kann koma í gongd – og soleiðis at kenna vónina spríkja fram aftur, sum Ingrid Petersen tekur til.

Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?

- Eg eri ein ógvuliga siðbundin persónur, so jólini verða, sum tey flestu í mínum lívi, hildin hjá mammu míni. Tað verða maður mín, eg sjálv og børnini – og so koma systur mín, sum býr í Reykjavík, og sjeikurin hjá henni heim at halda jól saman við okkum. Tað gleði eg meg sera nógv til.

Ingrid Petersen vísir á, at tá hon var barn, høvdu tey altíð ræst kjøt á jólum.

- Men, tá maðurin og eg búðu í Danmark, meðan eg las, ótu vit altíð dunnu á jólum, og tað hava vit gjørt síðan. So, tað verður dunna við øllum sum hoyrir til á borðinum hjá okkum jólaaftan, sigur borgarstjórin í Hvannasunds kommunu.