Graslíki
Hesa seinastu tíðina hevur alt meira verið skrivað um, at sonevndu triðja ættarliðs graslíkisvallirnir skjótt kunnu fáa altjóða góðkenning.
Umframt at altjóða fótbóltssamgongurnar arbeiðir við hesum, so hava norðurlendsku fótbóltssambondini eisini skipað seg í einum áhugabólki, og í seinastu viku høvdu hesi fund í Reykjavík, har kunnað varð um, hvussu arbeiðið við hesum gekk.
Umhvørvisatlit
Og sum heild tykjast útlitini vera góð. Ein partur av kunningini var, at talan væntandi verður um eitt gjøgnumbrot á økinum seint í ár, men áðrenn tað kemur so langt, eru tó nógv krøv, sum skulu lúkast.
Eitt nú hevur ikki tað ikki verði so nógv frammi, at umhvørvisligi parturin av graslíkinum skal vera í lagi, áðrenn altjóða góðkenning kann koma upp á tal.
Í svenska høvuðsstaðnu, Stockholm, eru hópur av graslíkisvallum, og her eru tey í løtuni í ferð við at kanna, hvørt hetta kann hava nakra ávirkan á grundvatnið, eins og kannast skal, hvørji árin verðurlagsbroytingar v.m. kunnu hava á granulatkúlurnar, sum eru í vallunum.
Kanna skaðatíttleika
Sæð úr einum fótbólts-sjónarhorni, so er eitt hitt týdningarmesta tó, at vallirnir so vítt gjørligt eru líkit vanligum grasi. Ikki bara tá tosað verður um sjálvt fótbóltsspælið, men so sanniliga eisini, hvat skaðum viðvíkur.
Áður hevur ofta verið nevnt, at leikarar ? ið spæla á graslíki ? í størri mun eru í vanda fyri at fáa liðbandsskaðar, men vónirnar eru í øllum førum, at nýggja ættarliðið av undirlagi hevur broytt hetta.
Í løtuni fara kanningar fram hesum viðvíkjandi, og eitt nú eru donsku superligufeløgini Brøndby, FCK og OB við í eini kanning, har ætlanin er at staðfesta, hvørji árinini eru í so máta. Hartil verða serligir rennitestir í løtuni framdir í Örebro, soleiðis at staðfestast kann, hvørt krøvini til hvíld v.m. eru størri á graslíki enn á vanligum grasi.
Føroyska umboðið í norðurlendska samtakinum er Rúni Heinesen. Hann kom upp í nevndararbeiðið hjá FSF fyri tveimum árum síðani, men undan hesum hevur hann oftani verið eftirspurdur, tá avgerð um graslíki skuldi takast.