Venjarin hjá føroysku súkklulandsliðnum, Gunnar Dahl Olsen er ikki í iva um, at Torkil Veyhe er tað sterkasta kortið hann hevur á hondini, tá talan er um eina heiðursmerkjavón á oyggjaleikunum á Bermuda.
Torkil Veyhe hevur staðið seg væl í donskum kappingum tey seinastu árini, har hann hevur víst ein sterkan, aggresivan stíl.
Annars hava føroysku súkklararnir gjørt sítt ítarsta fyri at fyrireika seg til hitan, sum verður á oyggjaleikanum á Bermuda.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Gunnar Dahl Olsen.