Argentinska Trapiche við Sauvignon Blanc-drúvuni. Eg ummælti hetta vín í Vínteiginum í januar í ár, - til 6 stjørnur. So eg eri rættiliga samdur við Michael Poulsen í hesum føri. Prísurin er tó nakað hægri í Føroyum. Í Danmark kostar hon kr. 39,95 og í Rúsuni kr. 70,50. Sera gott vínkeyp kortini.