Vænta 70.000 fólk í SMS um vikuna

- Tá ið Niels Mortensen letur dyrnar upp í morginárini, verður tað til eitt SMS, sum er nógv meiri fullfíggjað enn tað gamla og har professionellir handlar og mentan á høgum støði skulu ganga hond í hond og lokka nógv fleiri fólk niðan í Sølumiðstøðina


- Tað er ongin ivi um, at vit lata upp aftur, er tað eitt meiri spennandi SMS, enn tað nakrantíð hevur verið.
Tá ið stjórin í SMS, Niels Mortensen, læsir dyrnar upp í morgin árini, verður tað við eini rættiliga góðari kenslsu, at hann býður fólkið inn um.
SMS hevur fingið eina umfatandi um- og útbygging og í dag verða dyrnar lætnar upp til eitt nýggja sølumiðstøð, sum er meiri professionell, meiri spennandi og meiri fullfíggjað enn nakrantíð.
Ein týðandi partur av sølumiðstøðini hevur verið at fáa nógv størri nyttu burturúr ovastu hæddini og tað hevur gjørt sítt til at geva rúmd fyri nýggjum handlum.
- Vit hava fingið handlar í SMS nú, sum vit ikki hava havt fyrr og sum vit hava manglað. Sostatt hava vit í dag eitt tilboð til okkara viðskiftafólk, sum er nógv meiri fullfíggjað, enn nakrantíð fyrr.
Tilsamans verða 30 handlar í SMS, nú tað letur uppaftur.
- Tað, sum er mest spennandi í tí nýggja SMS, eru handlarnir og serliga teir nýggju handlarnir, sum koma afturat.
Niels Mortensen sigur, at hann plagar at vera rættiliga krittiskur, men her má hann geva seg yvir.
- Eg eri stórliga bilsin av, hvussu høgt støðið verður í handlunum í Sølumiðstøðin og í nógvum førum er talan um handlar og merki, sum standa seg sera væl allastaðni í verðini, har teir eru.
Og tað koma fleiri nýggir handlar í SMS.
Trýarin fær ein stóran Expert handil, sum selir sjónvørp og alt, sum har til hoyrir og stjórin í SMS himprast ikki við at siga, at hetta er flottasti Experthandil, hann nakrantíð hevur sæð.
Samstundis koma fleiri handlar við klæðum, bæði til tey yngru og til tey meiri tilkomnu.
Vit fáa eisini ein IMERCO gávuhandil í SMS og tað hava vit altíð manglað. Vit fáa somuleiðis eisini ein Cosméto og har fæst bæði massasju og øll møgulig onnur húðrøkt o.s.fr. 
Og tann, sum fær hug at hvíla beinini, fær eisini ein nýggjan møguleika tí nú letur eisini ein nýggj  kafé upp í SMS, sum nevnist Baresso og har ber til at fáa ein kaffimunn, sum er kókaður upp á tann góða gamla mátan og har handverkið er sett í hásæti.
 
Handil og mentan
Men SMS er ikki bara handil, tí sølumiðstøðin skal eisini verða ein mentanarpallur hjá føroyingum. Ì sølumiðstøðini hevur altíð verið eitt torg, sum hevur verið nógv brúkt til tíðir og tað er ætlanin, at tað skal ikki brúkast minni hereftir,
Í hesum sambandi eru nýggj ljós og onnur útgerð fingin til vega.
Kitty May Ellefsen er sett sum býlingsstjóri og ein av hennara fremstu uppgávum verður at  styrkja mentanarliga partin í SMS við ymsum tiltøkum við dygdarmentan á ymsum økjum, tað verið seg framsýningar og framførslur av ymsum slagi.
Stjórin í SMS sigur, at vónin er hendan heildarloysnin, sum Sølumiðstøðin nú er vorðin, fer lokka fleiri viðskiftafólk niðan í SMS.
- Vit hava ikki sum so sett okkum nakað mál fyri, hvussu nógv fólk, vit vilja hava í SMS. Men vit vænta avgjørt at fáa fleiri fólk.
- Sum er, hava vit eini 50.000 fólk í SMS um vikuna. Vit hava nevnt, at vit miða eftir at fáa eini 70.000 at vitja okkum hvørja viku. Men tað er ikki hetta talið, sum er so avgerðandi, tí tað eru ikki øll tey vitjandi, sum koma niðan at keypa. Men vit vænta avgjørt, at talið á teimum, sum koma í SMS at keypa, fer at økjast munandi, nú útbyggingin er liðug, sigur Niels Mortensen. 
Tað eru ikki bara handlarnir, sum skulu styrkja grundarlagið undir SMS.
Viðskiftafólkini skulu eisini hava umstøður at sleppa av við bilin og tann partin hava tey eisini hugsað um við tað, at tey hava fingið fleiri parkeringspláss.
Og við einum fólkagrundarlagi upp á 70.000 fólk um vikuna, ber uttan himpr til at siga, at SMS er hin allarbesti framsýningargluggi til mentanarlig tiltøk í øllum landinum
 
Eru við at røkka markinum
Samstundis, sum SMS er bygt munandi um og út, er sølumiðstøðin eisini fríðkað og gjørd ljósari ov vinarligari at koma inn í.      
- Tað hevur ómetaliga nógv at siga, at vit hava fingið útsjóndina við, nú vit hava bygt um og tað var eisini ein av høvuðsuppgávunum hjá arkitektinum, sigur stjórin.
Um- og útbyggingin, sum nú er framd, er endin á eini útbygging, sum byrjaði fyri fýra árum síðani.
Tá bygdu vit annan enda um og broytingar eru eisini gjørdar í niðastu hædd. Nú er so restin gjørd.
Umbyggingin hevur sjálvandi darvað virkseminum nakað, men ikki meir enn tey høvdu væntað og tað hevur gingið sum ætlað.
Tá ið hetta er liðugt, verður farið undir at fríðka og hampa SMS uttan og tað arbeiðið verður liðugt einaferð seint í vár.
Og nú ásannar stjórin, at møguleikarnir at byggja út eru við at tømast.
- Eg ivist í um SMS kann gerast stórt størri enn tað er nú. Tað er í hvussu so er ikki nakað, vit hugsa um nú. Nú ræður um at fáa hetta liðugt, so fáa vit at síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur Niels Mortensen.
Tað skerst ikki burtur, at SMS er er ein sølumiðstøð, sum stendur sterkari og sterkari í hugaheiminum hjá fólki, ikki bara í Havnini, men eisini hjá fólki úti um landið.
Men hvussu síggja tey framtíðina hjá miðbýnum í Havn. Nú SMS letur uppaftur, eru eisini einir fýra, fimm handlar í miðbýnum fluttir í SMS og tað kann tykjast sum um at hann spakiliga tømist fyri handlar og lív.
- Vit hava altíð mett SMS sum ein part í miðbýnum, tí vit halda, at vit eru mitt í býnum.
Men hvønn leiklut Áarvegurin og Niels Finsensgøta fáa í framtíðar býarmyndini í Havn, er ringt at spáa um, heldur hann.
Niels Mortensen ásannar, at hetta er ein dýr útbygging, men hvussu nógv hon kostar, vil hann ikki siga.
Kortini ber til at siga, at hetta er sjálvandi eitt úrslit av, at vit hava havt blíðan byrð einastu árini og at vónirnar til framtíðina eru bjartar.
Men Niels Mortensen sigur, at tað er neyðugt at endurnýggja seg fyri at varðveita eina framgongd, so framgongd skal til fyri at kunna endurnýggja seg, men endurnýgging skal eisini til fyri at skapa framgongd.