Væntaða liðið byrjar á vøllinum

Venjingarnar hjá føroyska landsliðnum í Kiev hevði givið greiðar ábendingar um, hvørjir 11 spælarar fara at byrja á vøllinum.

 

Og nú minni enn ein tími er til dystarbyrjan, hevur føroyski landsliðsvenjarin almannakunngjørt liðuppstillingina. Tað eru teir væntaðu 11, sum byrja inni í Kiev. Liðið sær soleiðis út:

 

Jákup Mikkelsen

 

Jóhan T. Davidsen

Jón Rói Jacobsen

Óli Hansen

Einar Hansen

 

Símun Samuelsen

Mikkjal Thomassen

Atli Danielsen

Christian Høgni Jacobsen

 

Rógvi Jacobsen

Christian L. Holst

 

Annars verður sagt úr ukrainska høvuðsstaðnum, at fótbóltsveðrið er av tí fagrasta. Sólin skínur, og tað er blika logn.