Vænta aftur ófrið í New Dehli

Løgreglan í indiska høvuðsstaðnum, New Dehli, ber ótta fyri ógvusligum mótmælistiltøkum, nú tann 23 ára gamla kvinnan, sum bleiv hópneyðtikin fyri 14 døgum síðani, er deyð. Kvinnan doyði á einum sjúkrahúsi í Singapore í gjárkvøldið av løstunum, sum hon fekk, tá nakrir menn bukaðu og neyðtóku hana í einum bussi.

Løgregluovastin í New Dehli, Neeraj Kumar, hevur biðið fólk syrgja kvinnuna, men á ein friðarligan hátt. Samstundis hevur løgreglan byrgt ein stóran part av miðbýnum av, og fleiri undirgrundarstøðir eru stongdar.

Seinasta vikuskiftið brúkti løgreglan táragass, gummikúlur og vatnkanónir ímóti fólki, sum royndu at taka seg ímóti forsetaborgini, sum er mitt í býnum. Ein løgreglumaður doyði í samanbrestunum, og meiri enn 100 vórðu særdir.