Vænta at fiska fyri 25 milliónir

Nýggjasti rækjutrolarin í føroyska flotanum eitur Kappin og hann kostar ímillum 20 og 30 milliónir, tá ið hann er klárur at loysa. Væntandi verður hann klárur at fara til fiskiskap um nýggjársleitið.

Nýggjasti rækjutrolarin í Føroyska flotanum liggur nú á Havnini.

Og her verður hann liggjandi einar tveir mánaðar afturat.

Tað er rækjutrolarin, Kappin, sum felagið Jalo í Saltangará hevur keypt úr Ålesund í Noregi.

Men hóast felagið, sum eigur hann, er í Saltangará, eru tað teir báðir Kaisten Lognberg á Argjum og Jan Kjell Jacobsen úr Havn, sum eru høvuðsmenn í felagnum.

Tað er norski rækjutrolarin, Olympic Prawns, sum nú er keyptur til Føroya.

Men tað var onki hóvasták gjørt burturúr, tá ið hann í øllum stillum kom á Havnina fríggjamorgunin. Kappin er bygdur í 1971, men hann varð ísstyrktur fyrst í nítiarunum. Maskinan er frá 1987 og skipið hevur nýggj spøl. Og yvirhvur er hann í góðum sandi

Jalo átti rækjutrolaran Atlantic, sum nú er seldur til Ruslands, og tað verður kvotan, ella dagarnir hjá Atlantic, sum Kappin nú skal brúka.


Fiska fyri 25 milliónir

Olaf Olsen, sum er reiðari á Kappanum, sigur, at báturin er keyptur fyri gott 20 milliónir.

Men av tí at báturin er eldri enn 15 ár, og er keyptur uttanfyri danska ríkið, krevur Skipasýnið, at báturin skal lúka øll krøv, sum nýggj skip skulu lúka.

Tískil skulu rættiliga um?faandi átbøtur gerast umborð á Kappanum, áðrenn hann er klárur at fara til fiskiskap.

Olaf Olsen sigur, at skipasýniskrøvini koma at kosta nakrar fáar milliónir.

Men hetta vitstu teir av frammanundan og tí løgdu teir upp fyri, tá ið teir keyptu bátin.

Akkurát, hvussu dýr skipasýniskrøvini verða, veit hann ikki enn, tí sýnið hevur ikki latið teimum krøvini enn.

Sýnismenninir vóru um?borð í fyrradagin og í gjár og nú verða krøvini út?greinað fyri reiðararíðnum.

Olaf Olsen vil ikki út við nágreiniliga prísinum.

Men hann sigur, at tilsamans fer Kappin at standa teimum í 20-30 milliónir, tá ið hann er klárur at fara til fiskiskap.

Og nær tað verður er ikki heilt greitt. Men tað verður vónandi um nýggjársleitið.

Olaf Olsen sigur, at verður báturin ikki liðugur fyrrenn aftaná nýggjár, verður helst farið undir Eysturgrønland fyrst, har tað er besta tíðin tá.

Annars er tað Svaldbard og Flemmish Kap, sum er á skránni.

Tað verða útvið 20 mans Kappanum. Høvuðseigararnir verða báðir við, Kaisten Lognberg, skal føra hann og Jan Kjell Jacobsen verður maskinmeistari.


Eitt nógv betri skip

Olaf Olsen sigur, at tað kann tykjast sum at tað er øvugt mannagongd at selja Atlantic, sum varð bygdur í 1984 og at keypa Kappan ístaðin, sum er bygdur í 1971.

Men hann ivast ikki í, at Kappin er eitt nógv betri skip, í øllum ørum eru nógv betri møguleikar við hesum skipinum.

Kappin er nógv størri enn Atlantic var.

Atlantic tók ikki meiri enn 230, men Kappin tekur yvir 400 tons.

Motorurin á Kappanum er 4.080 hestar, men hann tekur eisini tríggjar ferðir so nógva olju sum Atlantic, 600 kubikk afturímóti góðum 200 kubikkum.

Alt hetta ger, at møguleikarnir at leggja ein effektivan rakstur til rættis eru nógv betri við hesum skipinum, enn teir vóru við Atlantic.

? Vit eru rættiliga sann?førdir um, at hetta er ein nógv betri loysn enn Atlantic var.

Ikki minst er hann betri hóskandi at fiska á Flemmish Kap við, tí hann er stórur og tekur so nógva olju, at hann kann vera leingi út.

? Tað er langt heimanífrá og tað er dýrt at føra rækur hendavegin.

Tí er tað ein fyrimunur at kunn vera leingi í sjónum ísenn, sigur Olaf Olsen.

?Av tí at fiskiorkan er so stór, vænta vit at vit kunnu fiska fram ímóti tí sama, sum hini, stóru rækjuskipini gera.

? Og so hava vit framvegis eitt hampiliga bíligt skip, tó at tað krevur eitt sindur meiri í viðlíkahaldi enn nýggjari skip

? Við Atlantic væntaðu vit at fiska fyri 17 milliónir.

? Men við Kappanum hava vit roknað við, at vit fara at fiska fyri 25 milliónir um árið og tá halda vit okkum vera varnar.

Kappin er keyptur uttan nakað slag av studningi og ætlanin er so líðandi at arbeiða seg fram ímóti einum enn betri skipi, og kanska einum spildurnýggjum trolara einaferð.

Olaf Olsen sigur, at tað kundi ikki verða talan at byggja eitt nýtt skip.

? Men hetta er triði rækjutrolari, vit hava. Tann fyrsti var Ran, so kom Atlantic og nú, Kappin.

? Og vit halda, at tað hevur verið eitt stig framá, hvørja ferð. So gongdin er tann rætta, sigur Olaf Olsen.