Vænta eitt rimmar brak í Vestmanna

Fjepparar hjá hoyvíkingum og vestmenningum gera nógv burtur úr finaluni um at koma í endaligu finaluna í Atlantic Airwaysdeildini, sum verður í Vestmanna í dag klokkan 16.

 

– H71 fer norður til Vestmanna við teirra sterkastu manning, og lagt er upp til eitt brak av einum dysti, skrivar VíF á heimasíðuni.

 

Hópurin hjá VÍF er sum skilst fullmannaður, so lagt er upp til ein rimmar dyst.

 

– Rammurnar rundan um dystin verða sum altíð í topp, VÍF vil hervið heita á allar gular og bláar áskoðarar um at møta mannsterk til dystin, ljóðar áheitanin frá vestmenningum.

 

Hoyvíkingar gera eisini nógv burturúr við upphiting frá klokkan 13:30 og hevur bílagt bussar at koyra til Vestmanna at stuðla sínum monnum »til hetta buldursbrakið av einum hondbóltsdysti«, skrivar felagið á heimasíðuni.

 

– Bussarnir koyra úr Hoyvík klokkan 14.45, og tað verður ivaleyst heilt forbiið festligt. Okkara óføru dreingir hava tørv á øllum, og vit meina øllum, at koyra undir seg í Vestmanna, skrivar H71.

 

Felagið sigur, at tað gekk so frálíka væl fyri trimum árum síðani, í 2009, tá ið H71 vann fyrsta av tveimum dystum nettupp í Vestmanna til tess at gerast føroyameistari fyri fyrstu ferð.

 

– Ein grundin var, at fyri hvønn vestmenning vóru tveir hoyvíkingar, so komið og stuðlið, sigur felagið, sum skipar fyri andlitsmáling í Hoyvík frá klokkan 13.30.

 

– Møtið øll í svørtum – og góðum lag; tað veri seg í bussi ella bili, er áheitanin frá nevndini í H71.