Óvæntað ensk uppstilling

Í dag verða tveir dystir í bólki D í EM endaspælinum í Póllandi og Ukraina. Fyrst spæla Ongland og Frakland og í kvøld tekur Ukraina ímóti Svøríki.

 

Í dag klokkan 17 verður fyrsti dysturin í bólki D millum Ongland og Frakland. Sky Sports sigur seg vita, at ungi Arsenal leikarin, Alex Oxlade-Chamberlain, byrjar inni á enska landsliðnum í dag. Hann spældi á fyrsta sinni á enska landsliðnum í venjingardystinum ímóti Noreg í mai mánaði.

 

Sky Sports sigur at enska liðið í dag verður:

 

Joe Hart – Glen Johnson, John Terry, Joleon Lescott, Ashley Cole – James Milner, Steven Gerrard(liðsk), Scott Parker, Alex Oxlade-Chamberlain – Ashley Young og Danny Welbeck.

 

Í seinna dystinum í kvøld tekur Ukraina, sum er á heimavølli, ímóti Svøríki í Kiev. Tað verður ein uppgerð millum eina fyrrverandi AC Milan stjørnu og eina núverandi. Andrei Shevchenko var í fleiri ár stjørna á AC Milan liðnum, til hann skifti til enskan fótbólt og er nú aftur at finna í heimligu kappingini.

 

Á svenska liðnum er Zlatan Ibrahimovic stóra stjørna. Mett verður, at um hann hevur eitt gott endaspæl, so kann Svøríki koma langt. Dysturin byrjar klokkan 19.45

 

Bólkur D:

 

Ongland – Frakland 17.00

Ukraina – Svøríki 19.45

 

Støðan:

 

1 Ukraina

2 Frakland

3 Ongland

4 Svøríki