Vænta greiðan høgrasigur í Spania

Um eina viku verður val til undirhúsið í spanska tjóðartinginum, og tann seinasta meiningakanningin sigur, at tann høgrasinnaða andstøðan fer at vinna greiðan sigur á sosialistunum, sum mynda ta núverandi stjórnina í Madrid.

Sosialistarnir, sum hava stýrt Spania síðani 2004, hava 169 umboð í undirhúsinum ímóti teimum 154 konservativu, men sambært meiningakanningini, sum blaðið El Pais hevur gjørt, verður hetta býtið broytt munandi á valinum tann 20. november.

Eftir kanningini fær tann konservativi andstøðuflokkurin 45,4 prosent av atkvøðunum, og sosialistarnir fáa knappliga 31 prosent. Eitt tílíkt atkvøðubýti fer at geva teimum konservativu millum 192 og 196 av teimum 350 sessunum í undirhúsinum og sostatt greiðan meiriluta.

Ein onnur kanning, sum blaðið El Mundo hevur gjørt, gevur teimum konservativu 47,6 prosent av atkvøðunum og 198 umboð í undirhúsið.