Turkiska fótbóltssambandið hevur góðtikið, at Guus Hiddink helst fer frá sum landsliðsvenjari fyri at gerast venjari hjá enska stórfelagnum, Chelsea. Sambært einum talsmanni hjá turkiska fótbóltssambandinum kann hollendarin ikki siga nei við Chelsea.
64 ára gamli Guus Hiddink leiddi Chelsea til sigurs í FA Cuppini sum varavenjari í 2009.
Hóast eina upp og niður tilveru higartil í undankappingini, hevur Turkaland enn møguleika at koma við til Euro 2012 eftir 1-1 javnleikin á útivølli móti Belgia.
Hiddink er ónøgdur við, at maðurin, sum fekk hann til Turkalands, formaðurin í turkiska fótbóltssambandinum, Mahmut Ozgener, helst verður avloystur á valinum 28. juni.
Hevði Ozgener hildið fram sum formaður, so hevði Hiddink helst eisini verið verandi, sigur ein kelda við BBC. Ozgener er farin í summarfrí og hevur ikki gjørt av, um hann stillar upp aftur, mn hóast hann ger, er tasð sannlíkt at hann tapir.
Hiddink sigur, at hann hevur ein sáttmála, men tað er eingin trygd. Tilboðið frá Chelsea er ov gott at siga frá sær, og tað skilir turkiska fótbóltssambandið, sigur keldan.