Vænta hundraðtals vitjandi

Yvir 200 fólk vóru á Okkara Festivali á Eirargarði í fjør. Fyriskipararnir vóna, at festivalurin aftur í ár verður ein suksess.

- Í fjør vóru 200 áhoyrarar og vit vænta, at tað aftur í ár verður ein brakandi suksess, sigur Magni Christiansen, sum er ein av fyriskiparunum av Okkara Festivali, sum verður á Eirargarði leygardagin.

 

Okkara Festivalur er ein festivalur fyri menningartarnað og teirra avvarðandi, men er sjálvandi opin fyri øllum øðrum eisini.

- Vit ynskja at hava ein festival fyri tey og til teirra eisini. Í skránni ynskja vit at hava bæði kendar stjørnur og lata tey menningartarnaðu sjálvi sleppa fram at, sigur hann.

 

Festivalurin byrjar klokkan 14 og klokkan 14.30 fara fyrstu tónleikararnir á pall.

- Tá er tað Emma Vágoy, sum vit kenna frá M'as Blues Band, sum fer at syngja. Aftan á hana kemur sjálvasta Kristina Bærentsen, sum vit rokna sum høvuðsnavnið á festivalinum í ár. Vit vóna, at hon klárar at draga nógv fólk, eins og Signar í Homrum gjørdi í fjør, sigur Magni Christiansen.

 

Alt er ikki bara tónleikur, og eftir Kristinu fara klovnarnir Balli, Snurri og Top at undirhalda. Síðani tekur tónleikurin yvir aftur.

 

Klokkan 16.15 er tað Ælabogin, hornorkestrið hjá teimum menningartarnaðu, sum skal framføra og síðani fer Magni Christiansen sjálvur á pallin, tó í haminum hjá Shakin' Stevens.

- Vit siga, at tað eru føroysku Shakin' Stevens og Elvis, sum fara á pallin tá. At enda fer Elin Løkin at syngja og hon syngur knasandi gott, sigur Magni Christiansen.

 

Umframt tónleikin, so verða bæði matur og drekka at fáa á festivaløkinum, sum er úti á Eirargarði.

- Vit vóna, at veðrið verður eins gott og í fjør og at nógv fólk fara at vitja á Eirargarði hendan dagin. Vit hava sent innbjóðingar inn til øll sambýlini og vóna, at undirtøkan verður góð, sigur Magni Christiansen.