Fiskiloyvi
?Eg ávarðaði í móti júst hesum, beinanveg fólkafloksmenn fóru at tosa um økta umsetiligheit í fiskivinnuni, sigur Henrik Old, formaður í vinnunevnd løgtingsins.
Hann sigur, at hetta er ikki annað enn tað, hann var púra greiður yvir, fór at henda. Og nú eru longu fýra dømi um, hvussu hendan økta umsetiligheitin virkar.
Hann vísir á, at JógvanS er fjórða stóra línuskipið, sum fiskar við einum ella øðrum »bastardloyvi«, sum ongastðani kann flokkast reiðiliga eftir lógini um vinnuligan fiskiskap.
Línuskipini West Freezer, Fuglfirðingur og Hoyvíkingur fiska øll á leiðunum hjá stóru línuskipunum yvir100 tons uttan fyri seks fjórðingar við veiðiloyvum, tey hava keypt upp fýra útróðrarbátum undir 110 tons. Nú kemur so Jógvan S afturat, vísir hann á.
Hetta er beinleiðis í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap, sum ikki loyvir flyting av førum millum høvuðsbólkar, er hann samdur við Tórbirni Jacobsen í.