Í Karibiska Havinum verður tíðarskeiðið frá 1. juni til 30. november roknað sum tíðin, tá tropiskir stormar og tropiskar ódnir gera um seg. Í meðal er níggju tropiskir stormar í økinum á hvørjum ári, og seks teirra enda sum tropiskar ódnir.
Men í ár verður helst verri, siga amerikanskir veðurmenn. National Oceanic and Athmospheric Administration sigur, at tey vænta ímillum 12 og 15 tropiskar stormar uttan úr Atlantshavinum í ár. Átta teirra fara væntandi at versna so nógv, at teir verða til tropiskar ódnir, og ímillum tríggjar og fimm teirra verða væntandi rættiliga ringar.
Árið í fjør var eitt av teimum ringastu, og tá vóru ikki færri enn 15 tropiskir stormar, sum raktu Haiti, Grenada, Jamaica, Cayman Oyggjarnar og Florida, og bara í USA kravdi illveðrið 209 mannalív. Fýra av teimum tropisku stormunum versnaðu til tropiskar ódnir, sum gjørdu skaða fyri umleið 45 milliardir dollarar í USA. Skaðin aðrastaðni var eisini stórur.
Serliga ódnin Ivan gjørdi stóran skaða í fjør. Hon oyðilegði fleiri olju- og gasspallar í Meksikanska Flógvanum umframt fleiri leiðingar, og tað hevði við sær, at teir næstu seks mánaðarnar var oljuframleiðslan 45 milliónir tunnur minni enn vanligt, skrivar Reuters.