Vænta nógvar frískúlar afturat í Føroyum

Ætlanin at niðurleggja skúlar og leggja skúlar saman í størri eindir, kann fáa ótilætlaðar og dýrar avleiðingar, heldur Kommunusamskipan Føroya

Ætlanin hjá landssýrinum at umskipa fólkaskúlan, so at vit fáa færri og størri skúlar, fer helst at føra til at vit fara at fáa nógv fleiri frískúlar í Føroyum

Tað heldur Kommunusamskipan Føroya.

Kommunuskipanin hevur eina greiða meining um ætlanina, sum Helena Dam á Neystabø hevur lagt fram um at umskipa føroyska fólkaskúlan, so at fleiri skúlar verða niðurlagdir og samanlagdir fyri at vit skulu fáa færri, men størri skúlar.

Eitt endamál við ætlaðu umleggingunum hjá samgonguni er at spara pening og at hesin peningur skal brúkast til onnur átrokandi og námsfrøðilig endamál, sum í dag ikki verða raðfest nóg frammaliga í fólkaskúlanum.

Hesum tekur Kommunusamskipanin undir við og hon vónar eisini, at so verður.

- Men vit stúra fyri, at hesin peningur longu eru tiknir at fíggja hallið í landskassanum við.


Nógv fleiri frískúlar

Kommunusamskipanin heldur eisini, at bygnaðarbroytingin og viðførda sparingin kann fáa ótilætlaðar og dýrar avleiðingar.

- Sum eina mótreaktión til stóru skúlarnar, sum ætlanin er at skipa, kann væntast at fleiri smærri frískúlar verða stovnaðir.

- Sum lógin um frískúlar er nú, er lutfalsliga lætt at stovna frískúla, og samstundis er tað greitt, at tað verða landskassin og kommunukassarnir, sum koma at bera bróðurpartin av útreiðslunum.

- Hetta merkir, at tær rationaliseringssparingar, sum bygnaðarbroytingin leggur upp til, kunnu verða mistar at fíggja frískúlar við, sigur Kommunusamskipan Føroya

Kommunusamkipanin heldur, at hetta kann ikki vera meiningin og tí mælir hon mentamálaráðnum til samstundis at endurskoða lógina um frískúlar.

Les eisini greinina: Ger fólkaskúlan fløktari enn hann er í dag og greinina: Børn skulu byrja í skúla eitt ár fyrr