– Tað er okkara fatan, at floksleiðslurnar skilja trongstøðuna hjá ítróttinum. Tað sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti, í eini fráboðan í dag, eftir at tey hava verið á fundi við leiðslurnar í politisku flokkunum í dag.
Tey vóna eisini, at úrslitið verður, at ítrótturin fær hægri játtan næsta ár.
Á fundinum viðviðgjørdu tey trongu fíggjarstøðuna hjá føroyskum ítrótti, eftir at ÍSF hevur roknað seg fram til, at hækkar játtanin ikki, 1,5 millión næsta ár, fer stuðulin til sambondini at minka 11 prosent.
– Vit eru vónrík eftir fundin við politisku flokkarnar í dag, tí tað er okkara fatan, at floksleiðslurnar skilja trongstøðuna hjá ítróttinum. Tað er eisini okkara vón, at flokkarnir hugsa um, hvussu teir kunnu semjast um at spenna eitt fíggjarligt trygdarnet undir føroyskan ítrótt, tí sum samfelag hava vit ikki ráð at niðurlaga ítróttin, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
Korona-kreppan hevur harumframt havt við sær, at færri hava spælt við í Danske Spil seinasta hálva árið, og tí minkar stuðulin til føroyskan ítrótt frá Sp/f Ítróttavedding, helst uppaftur meira.
– Støðan er so mikið álvarsom, at ítøkilig stig skulu takast sum skjótast, skal ítrótturin ikki vera fyri einum álvarsligum bakkasti. Hendir tað, verður tað trupult fóta sær aftur.