Eitt ísfiskaskip, sum í løtuni fiskar á Rygginum, kemur inn at landa mánadagin.
- Harumframt eru seks ísfiskalínuskip á landgrunninum, og tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at línuskipini, sum fiska á landgrunninum, koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Nøkur línuskip liggja við bryggju, men væntandi loysa onkur skip í næstum, verður lagt aftrat.
Í næstu viku verður streymurin góður, og helst verður veðrið eisini brúkiligt.
- Vit vænta tí nógvan útróður, og útróðrarbátarnir hava góðan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.