Úrslitið hjá Eik fyrstu 9 mánaðirnar í ár er 332,1 mió fyri skatt. Íroknað kursvinning upp á Spron verður mett, at úrslitið fyri 2007 verður 740 mió kr. Eik hevur júst almannakunngjørt roknskapin fyri triða ársfjórðging í 2007.
- Vøkstur og støðufesti merkja gongdina í virksemi okkara bæði úti og heima. Samtakið er vaksið nógv í ár, og vit fegnast stórliga um, at tey trý nýggju feløgini í samtakinum ? SkandiaBanken, Privestor og FinansNyt ? hava fingið eina góða byrjan í samtakinum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri.
Javnin hjá samtakinum er øktur munandi og er farin upp í 19,9 mia. kr. úr 10,6 mia. kr. somu tíð í fjør. Hetta er ein vøkstur uppá 9,3 mia. kr. ella 88,2 prosent. Keypið av SkandiaBanken í summar ger stóran mun.
Av tí, at SkandiaBanken, Privestor og FinansNyt eru við í roknskapinum fyri fyrstu ferð, skal samanbering við undanfarin ár gerast við fyrivarni, verður viðmerkt í tíðindaskrivi.
Partabrøvini í SPRON hava til og við 3. ársfjórðing í ár verið bókað til útveganarvirði í bókunum hjá Eik, men eftir at SPRON er børsskrásettur, skulu partabrøvini takast upp til marknaðarvirði.
Við støði í afturlatingarkursinum tann 24. oktober 2007, var virðið á SPRON-partabrøvunum 295 mió. kr. oman fyri bókaða virðið hin 30. september.
Við óbroyttari virðisjavnan av virðisbrøvum og gjaldoyra í mun til 3. ársfjórðing, men íroknað ein kursvinning uppá 295 mió. kr uppá SPRON-partabrøvini er metingin, at ársúrslitið 2007 áðrenn skatt verður 740 mió. kr.