Vænta Trump vs Clinton setir met

Týsnáttina klokkan tvey føroyska tíð møtast Hillary Clinton, demokratiska forsetavalevnið, og Donald Trump, republikanska forsetavalevnið, til fyrsta sjónvarpskjakið millum valevnini til forsetavalið.


Hóast talan er um tey bæði mist dámdu valevnini í nýggjari tíð, so er tað ovurhonds stórur áhugi millum manna fyri sendingini. So stórur er áhugin, at tað verður mett, at sendingin fer at seta nýtt met í hyggjarafjøld til eitt sjónvarpskjak. Tað skrivar Reuters.


Gamla metið er í løtuni frá 1980, tá 80 milliónir fólk hugdu eftir Jimmy Carter og Ronald Reagen kjakast, men Paul Levinson, professari í samskifti í Fordham University sigur við Reuters, at hann væntar eina munandi størri hyggjarafjøld týsnáttina.


- Mín meting er ein hyggjarafjøld á 100 milliónir fólk og kanska meira, sigur professarin.


Um so er, so kann sendingin nærkast metinum fyri størsta hyggjarafjøld til eina sending, ið ikki er ítróttur. Tað metið eigur sjónvarpsrøðin M*A*S*H, tá 105 milliónir hyggjara sóu seinasta partin í røðini í 1983.