Undan dystinum millum Føroyar og Wales, høvdu walisar bestu kortini á hondini í strembanini eftir at spæla seg víðari í EM-kappingini. Vann Wales dystin vóru teir vísir í at hava spælt seg víðari í kappingini. Men ein framúr góður innsatsur frá føroysku unglingunum, saman við einum ungarskum sigri á grikkum, førdi við sær, at walisisku unglingarnir ikki halda fram í kappingini.
Tvær ferðir Páll
Tað sá annars út til, at alt fór at ganga eftir ætlan hjá Wales, tí longu tá ið 12 minuttir vóru leiktir, løgdu teir seg á odda við einum máli, sum framherjin David Cotterrill skoraði.
Hendan leiðslan helt sær líka til umleið ein hálvur tími var leiktur av fyrra hálvleiki, tá fingu føroyingar fríspark á miðjum vølli. Frísparkið bleiv sent inn um verjuna hjá Wales, har Ovi Magnussen tamdi hann einaferð, áðrenn hann langaði bóltin mitt í málið. Fyrsta føroyska málið í EM-undankappingini var veruleiki, og føroysku leikararnir fingu nú av álvara blóð upp á tánna.
Í seinna hálvleiki var føroyska liðið við yvirlutan, og tað gekk heldur ikki long tíð, so løgdu okkara garpar seg eisini á odda. Fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið Páll M. Joensen er knappur. Bólturin ferðast á miðvøllinum, tá ið Páll fær fatur á honum og langar til av miðjuni. Walisiski málverjin er staddur ógvuliga uttarlaga, og hann má bara hyggja at, meðan bólturin fer upp um hann og í tóma málið! Eitt sera gott mál, sum eisini komst av, at føroyska liðið undan dystinum hevði tosað um, at málverjin hjá Wales næstan virkaði sum eitt slag av aftasta manni og tískil stóð uttarlaga.
Tað tóktist sum um, at føroyska leiðslumálið av álvara tók beinini undan walisum, tí føroyingar høvdu nú takið á dystinum, og walisar vóru ikki serliga vandamiklir.
Tá ið eitt korter var eftir av dystinum, fekk heimaliðið eisini økt um leiðsluna. Arnbjørn Hansen snýtti tveir verjuleikarar hjá Wales, og tá ið hann kom inn í brotsteigin, tók walisiski málverjin beinini undan honum, og so var brotsspark. Tað tók Páll M. Joensen sær av, og hann skoraði trygt til 3-1 til Føroyar, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hin dysturin í kappingini var millum Ungarn og Grikkaland í Havn, og her eydnaðist tað Ungarn at vinna 2-1. Hetta úrslitið merkir, at tað verða bæði Ungarn og Grikkaland, ið koma víðari úr undankappingini.
Føroyska liðið, sum vann á Wales, var hetta: Gunnar Nielsen, BK Frem - Jónas Tór Næss, BK Frem, Poul N. Poulsen, VB, Svenn Jacobsen, HB, Jóhan V. Gunnarsson, B36, Páll M. Joensen, HB, Jóhann E. R. Mouritsen, HB(72. Arnbjørn Hansen, EB/Str.), Jóhan Petur Poulsen, B68, Leif Niclasen, EB/Streymur(86. Julian Samuelsen, KÍ), Bogi Hermansen, BK Frem(89. Debes Danielsen, NSÍ), Ovi Magnussen, B68. Tórður Thomsen úr NSÍ og Poul T. Dam úr HB sótu á beinkinum allan dystin.