Kommunumál
Fólkatalið vaks við 27 í 2002, úr 1170 upp í 1197. 17 børn vórðu fødd, 9 fólk doyðu. 77 fluttu til kommununa, og 58 fluttu úr kommununi.
Hetta var gongdin í fólkatalinum í Nes kommunu í 2002.
Vøksturin í fólkatalinum hevur ført við sær, at næstan eingi hús standa tóm í kommununi í dag.
Nýggj hús eru bygd, og onnur standa í gerð.
Eftirspurningur
Í frágreiðingini fyri árið 2002, sigur Nes kommuna, at eftirspurningurin eftir grundøkjum er veksandi, og at kommunan liggur inni við fleiri umsóknum um grundøkir í nýggju útstykkingini millum Kvíggjarheygg og Gadd. Vegaføringin er liðug og nú kloakk, vatn og annað er liðugt nakað inn um húsini uppi í Forna, verða grundøkini frá Gadd og norðureftir nú klár hjá fólki at ogna sær.
Byggiøkið millum Kvíggjarheygg og Gadd er einasta byggiøki, sum kommunan kann vísa á í løtuni.
Arbeitt verður við nýggjum útstykkingum, og arbeitt verður eisini við eini býarætlan fyri alla kommununa, sum væntandi verður liðug einaferð seint í hesum árinum.
Virkir og skip
Bygdaráðið í Nes kommunu fegnast um, at virkini, sum eftirhondini eru mong í tali, høvdu eitt gott ár í 2002, tó at partafelagsskatturin ikki er øktur. Hetta hevur givið arbeiðsfólkunum á landi støðugari arbeiði og økta inntøku. Sama er at siga um sjófólkið, sum býr í kommununi, ið eisini hevði eitt gott ár í 2002. Útróðurin hevur eydnast væl og allir egningaskúrarnir, sum kommunan eigur, eru útleigaðir.
Saman við øðrum arbeiðsplássum, sum eisini eru í kommununi, eru virkini og skipini fíggjarliga grundarlagið undir rakstrinum.
Nes kommuna veit eisini at siga, at áhugin at byggja nýggj virkir framvegis er stórur, og kommunan hevur viðgjørt umsóknir um enn fleiri virkir á havnalagnum.
Alt asfalterað
Hóast rættiliga nógv planeringsarbeiði og byggivirksemi hevur verið á havnalagnum á Toftum seinastu árini, hevur eydnast at fáa alt havnaøkið asfalterað.
Arbeitt verður nú við at uppmerkja og skipa ferðsluna á økinum.