Væntandi verða seks partaeigarar

Íløgufelagið Hotel Klaksvík bert ein teirra

Fyrr í morgun skrivaðu vit á in.fo, at Kjartan Hansen skuldi vera stjóri í nýggja hotellinum, sum eftir ætlan skal byggjast í Klaksvík.

Hetta er kortini ikki rætt, tí Kjartan Hansen er settur sum stjóri í einum íløgufelag, sum skal eiga ein part av hotellinum.

Við in.fo sigur Kjartan Hansen, at framvegis eru ikki alt komið upp á pláss kring eigaraviðurskiftini á nýggja hotellinum, men at væntandi verða seks partaeigarar, og onkur av teimum verður ivaleyst frá fiskivinnuni í Norðoyggjum.

Kjartan Hansen legði aftrat, at væntandi verður meira at vita um eigaraviðurskiftini í næstu viku.