Nýggi Tottenham venjarin, Andre Villas-Boas, miðar eftir at vinna enska meistaraheitið, men viðgongur, at Luka Modric verður seldur fyri »rætta prísin«.
Tað skrivar BBC Sports.
AVB hevur longu nú eygað á avloysaran, Porto miðvallarleikaran, Joao Moutinho.
Og hóast Chelsea fjepparar helst ikki eru samdir, so heldur Andre Villas-Boas, at tað var hann, ið skapti grundarlagið undir Champions League sigrinum hjá felagnnum í mai.
- Vit mugu royna at føra Tottenham inn á vegin móti heiðursmerkjum, sigur Andre Villas-Boas.
Tað er kanska eitt sindur av lagnunar speisemi, at AVB í fjør gjørdi sítt ítarsta fyri at fáa fatur á Luka Modric, meðan hann sjálvur var Chelsea venjari, men nú hann er Tottenham venjari, er hann ikki so íðin í at halda fast um kroatan.
Enskir miðlar vilja vera við, at Chelsea framvegis er áhugað í Modric, men flest ølle ru samd um, at hann endar í Real Madrid um stutta tíð.