Væntar at sleppa undan at arbeiðssteðgi

Semingsmaðurin hevur merkt á sær at bæði arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg hava ein ektaðan vilja til at finna semju.Undir øllum umstøðum væntar hann ikki, at arbeiðssteðgur verður fyrrenn um nakrar dagar

- Eg vænti, at vit sleppa undan einum arbeiðssteðgi.

Tað var ein rættiliga bjartskygdur semingsmaður, sum sat og legði seinastu fyrireikingarnar á alt avgerðandi semingsfundin ímillum arbeiðsgevararnar og tey fimm arbeiðarafeløgin.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann væntar, at semingsroyndin fer at enda við eini semu, so at vit sleppa undan einum landsumfatandi arbeiðssteðgi.

Semingsfundurin skuldi byrja klokkan 13 í dag, men frammanundan hava teir báðir semingsmenninir, Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen havt samband við partarnar alt vikuskiftið, har teir hava loddað dýpið.

Tað, sum er komið fram undir hesum tingingunum, gevur hon øktar vónir um, at tað fer at eydnastat finna semju.

- Talan er um ábyrgdarfull fólk, sum eru við í hesum samráðingunum, so arbeiðssteðgur eri ikki ein møguleiki, sum vit hugsa um í løtuni.

Men partarnir standa rættiliga langt frá hvørjum øðrum og skal semja finnast, krevst tað sjálvandi, at báðir partar geva seg.

Hann sigur, at eftir at hava tosað við partarnar, hevur hann eina greiða fatan av, at bæði arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg eru sinnað at gera, hvat tey kunnu fyri at sleppa undan, at leggja landið lamið.

- Báðir partar vísa ein ektaðan vilja til at finna eina semju, so tað er sjálvandi hetta, sum verður málsetningurin.

- Men kunsturin og avbjóðingin verður so at finna eina semju, sum liggur innanfyri pínumarkið hjá báðum pørtum og vónandi fer tað at eydnast, sigur semingsmaðurin.


Ganga nakrir dagar

Semingsmaðurin hevur longt sáttmálan til á midnátt í kvøld og vanliga fatanin hevur verið, at sostatt verður eisini arbeiðssteðgur á midnátt, eydnast tað ikki at finna semju.

Men her er semingsmaðurin ósamdur.

Hann heldur, at endar tað við arbeiðssteðgi longu á midnátt, skal tað ganga heilt óvanliga illa.

- So leingi vit samráðast verður ongin arbeiðssteðgur. Og so leingi nakrar sum helst vónir eru fyri semju, ætla vit at halda á við samráðingunum og at taka okkum ta tíð, sum krevst.

Og tað er so mangan komið fyri, at samráðingar hava verið tveir, tríggjar og fýra dagar, áðrenn tað verður greitt um tað verðu egg ella ungi.

Gongst illa og semingsroyndin slitnar, er sostatt ikki væntandi, at tað verður fyrrenn um nakrar dagar.