TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Anniku V. Dalsgarð, forkvinnu í Róðrarsambandi Føroyar í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin í dag.
Annika V. Dalsgarð væntar eitt gott og spennandi róðrarár við 73 bátum, sum eru meldaðir til róðrarnar. Hon staðfestir, at gongdin er góð í føroyskum kappróðri.
Í ár er loyvt kvinnum at verða partur av manningini umborð á átta- og tíggjumannaførum, men enn hevur eingin kvinna tikið av hesum møguleikanum.
Annika V. Dalsgarð greiðir frá, at tey í RSF hava gjørt nógv fyri at undganga drúgvar seinkingar, sum tær róðrarfólkini upplivdu í Hvalvík í fjør, men veðrið má ráða sær, og tað er ikki alt, sum til ber at byrgja upp fyri.