Væntar eitt tungt ár

Liðformaðurin hjá Skála roknar við, at liðið kemur at stríðast í tyngra endanum av Formuladeildini í ár.

- Í ár rokni eg við, at Skála fer at liggja í tí tyngra endanum, og so fyrireiki eg meg til tað. Ikki soleiðis at skilja at vit ongan møguleika hava, men eg veit hvat útgangstøði er, og so er bara at berja seg so langt upp sum man kann, sigur Pauli G. Hansen við heimasíðuna hjá Skála.