Væntar harðar lønarsamráðingar í vár: Arbeiðsgevar skulu betala til eftirlønina

? Ingeborg Vinther væntar, at tær næstu lønarsamráðingarnar, sum verða longu í vár verða harðar og truplar. Eitt krav verður, at arbeiðsgevararnir skulu betala til tað nýggju eftirlønarskipanina, sigur Ingeborg Vinther


 

Tað er nógv, sum bendir á, at tær næstu sáttmálasamráðingarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag verða bæði harðar og truplar.

Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag.

Men tað gevur hon landsstýrinum skyldina fyri.

Hon heldur, at størsti meinbogin fyri samráðingunum, sum verða longu í vár, er, at landsstýrið hevur kunngjørt, at ætlanin er at seta eina eftirlønarskipan í verk, har løntakarin skal gjalda ein ávísan prosentpart av lønini í ein eftirlønagrunn, men at arbeiðsgevarin sleppur undan at betala í grunnin.

Men Ingeborg Vinther sigur, at tað er neyðugt, at arbeiðsgevarar eru við til at betala í eftirlønargrunnin.

? Lønin er lág frammanundan. Og hesi seinastu árini er keypiorkan máað undan lønini við príshækkingum, ikki minst á olju, men eisini vanligar húsarhaldsvørur eru nógv dýrkaðar. Sostatt er keypiorkan hjá vanliga fólkinum munandi versnað hesi bæði síðstu árini.

? Tí ber tað als ikki til, at arbeiðsfólk eisini skulu betala upp í fleiri prosent av lønini í eina eftirlønarskipan afturat og tí slepst heldur ikki undan, at arbeiðsgevararnir eisini betala í grunnin.


Krøv til samráðingarnar

Ingeborg Vinther sigur, at hon heldur, at tað er sjálvsagt, at landsstýrið við lóg eisini álegði arbeiðsgevarunum at gjalda til tað nýggju eftirlønarskipanina.

? Men tá ið tað ikki ber til, av tí at landsstýrið við sleppa teimum undan, so er onki at gera, uttan at fáa viðurskiftini í rættlag við samráðingunum.

Ingeborg Vinther er fullgreið yvir, at skal Føroya Arbeiðarafelag at togast við arbeiðsgevararnar um at gjalda til eftirlønarskipanina í samráðingunum í vár, verður tað ómetaliga strævið eisini at fáa eina lønarhækking.

? Men tað er ongin sum helst ivi um, at Føroya Arbeiðarafelag fer eisini at krevja lønarhækkingar fyri at byrgja upp fyri teimum útreiðsluhækkingum, sum tey vanligu húskini hava verið fyri hesi bæði seinastu

árini, sigur Ingeborg Vinther.

Tí væntar hon, at avgerðin hjá landsstýrinum at sleppa arbeiðsgevarunum undan at betala í eftirlønargrunnin, fer at koma aftur um brekkur, tí tað fer at ávirka samráðingarnar í vár nógv og kann enda við at skapa stóra órógv á arbeiðsmarknaðinum.

Ingeborg Vinther sigur, at í Føroya Arbeiðarafelag hava tey tosað eitt sindur um, hvørji krøv skulu setast til sáttmálasamráðingarnar í vár.

? Men tað er ikki komið so langt enn, at nakað er avgjørt. Tað er tó heilt greitt, at krav verður bæði um, at arbeiðsgevarar skulu betala í eftirlønargrunnin og at vit fáa lønarhækking omaná. Tað ber ikki til at fara frá aftur samráðingarborðinum, uttan at hava fingið eina lønarhækking, sigur Ingeborg Vinther avgjørd.

Nú hevur landsstýrið gjørt av at geva skattalætta. Fer tað ikki at ávirka samráðingarnar hinvegin, so at krøvini ikki fara at vera so hørð, sum tey annars høvru verið?

? Nei, tað ger tað ikki. Skattalætti og lønarsamráðingar eru hvør sítt mál. Annars er skattalættin so vælsignað lítil, at hann ger púra ongan mun. Tí fer hann heldur ikki at fáa nakra sum helst ávirkan á krøvini til arbeiðsgevararnar í teimum komandu samráðingunum.

Ingeborg Vinther sigur, at landsstýrið reypar í heilum av øllum yvirskotinum á fíggjarlógini og at landskassin stendur á tremur.

? Vildi landsstýrið linkað trýstíð á tey lágløntu, skuldi tað eitt nú, lækka oljuavgjaldið. Men tað beint øvugta er hent -tað er hækkað. Somuleiðis kundi Landsstyrið lækka mvg og givið ein veruligan skattalætta.

? Tá kundu vit byrja at tosa um at linka krøvini til tær komandu samráðingarnar, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.