Væntar kríggj við Russland

Forsetin í Georgia, Mikhail Saakasjvili, sigur í samrøðu við franska blaðið Liberation, at tað georgiska fólkið eigur at fyrireika seg til, at kríggj kann bresta á ímillum Georgia og Russland.

Stríðið ímillum tey bæði londini snýr seg um landspartin Suðurossetia, sum er ein partur av Georgia, men sum krevur sjálvsstýri. Saakasjvili sigur, at Russland hevur sent hermenn til landspartin at hjálpa uppreistrarmonnunum har, og at russiskir hermenn hava verið í bardøgum við georgiskar hermenn.

Í síðstu viku kravdi georgiska tjóðartingið, at Russland skal taka sínar hermenn úr Suðurossetia alt fyri eitt. Saakasjvili heldur, at altjóða samfelagið eigur at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal avgera framtíðina hjá landspartinum. Tí vit nærkast einum kríggi, sigur hann við Liberation.