Væntar skolur frá suðuroyingum

Tjóðveldisflokkurin skal um vikuskiftið hava ársfund um fólkaatkvøðuna og onnur mál, sum eru uppi í tíðini. Formaðurin roknar við nógvum atfinningum um útgerðarhavnina

Fólkaatkvøðan stendur sum høvuðsevni fyri ársfundin, sum Tjóðveldisflokkurin um vikuskiftið skal hava í Suðuroynni.

Men Høgni Hoydal, formaður floksins, roknar við, at handfaring floksins av málinum um oljuútgerðarhavnina eisini fer við drúgvari tíð.

? Meiningin við fundinum er at gera støðuna upp í ymsum málum. Fólk skulu sleppa at oysa út av posanum, tað sum liggur teimum á hjartað. Og eg ivist ikki í, at flokkurin fer at fáa nógv rís um útgerðarhavnina frá limum sínum úr Suðuroynni, men hetta er eisini uppiborið, sigur Høgni Hoydal.

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum torir kortini ikki at lova, at skolurnar og uppskotini frá suðuroyingum koma at fáa nakrar beinleiðis avleiðingingar. Men hann staðfestir kortini, at nakað skal henda.

? Vit skulu halda okkum til løgtingssamtyktina, ið sigur, at virksemi skal vera í útjaðaranum. Og hvat virksemi, ið skal vera í Suðuroynni, skal politiski myndugleikin finna út av í næstum. Vit hava havt fund við Suðuroyar Oljuvinnuráð um hetta, og skulu í næstum hava fund aftur, sigur Høgni Hoydal.

Sosialurin skilir, at ætlanin er, at landsstýrið fer at krevja av tí útgerðarfelagnum, sum fær sáttmála við oljufeløgini, at tað skal leggja ein part av virkseminum í Suðuroynni, hóast oljuhavnin verður á Skálafjørðinum ella í Havn. Tað verður ikki hildið vera nóg mikið, at bert oljuforðingarnar vera í Suðuroynni.

Fundurin hjá Tjóðveldisflokkinum skal eisini leggja eina linju fyri politikk floksins í einum fræslum Føroyum. Fundurin byrjaði fríggjakvøldið og varir til sunnudagin.