Leiðslan í svenska reiðarínum Stena Bulk hevur gjørt av at lata vápnaðar vaktarmenn sigla við teimum skipunum, sum sigla fram við somalisku strondini, har sjórænarar javnan gera um seg.
-Vit ætla okkum ikki at slaka fyri burturflytarum ella øðrum ágangi, sigur forstjórin í Stena Bulk, Ulf Ryder, við blaðið Dagens Industri. Hann leggur afturat, at hann er vónsvikin av, at altjóða samfelagið ikki megnar at steðga teimum somalisku sjórænarunum.
-Tað er at harmast um, at ST ella NATO ikki tekur sær um reiggj. Eitt nú hava svensku politikararnir valt at brúka pengar upp á Afghanistan, men teir kunnu ikki verja okkara egnu skip, sigur Ulf Ryder við Dagens Næringsliv.
Sambært stjóranum hava sjórænarar roynt at taka tvey skip hjá Stena Bulk, men í báðum førum eydnaðist tað tyrlum hjá einum russiskum herskipi at reka sjórænararnar burtur.