Vápnahvíld í klønum tráð

Hóast bæði stjórnin og teir tamilsku loysingarmenninir í Sri Lanka taka undir við at leingja vápnahvíldina, eru samanbrestir at kalla hvønn dag. Í gjár doyðu tvey sivilfólk og ein hermaður, tá ein bumba brast tætt við ein hermannabuss, og myndugleikarnir ivast ikki í, at tað vóru tamilskir uppreistrarmenn, sum løgdu bumbuna.

Rað eru skjótt fýra ár, síðani partarnir samdust um at binda frið, men vápnahvíldin hevur víst seg at vera svikalig. Tað vóru norskir semingsmenn, sum fingu vápnahvíldina í lag, og teir royna nú at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið fyri at fáa enda á samanbrestunum. Í gjár hittu norsku umboðini politiska leiðaran hjá tamilunum, og í næstu viku fer Erik Solheim, menningarmálaráðharri, til Sri Lanka at tosa við partarnar. Hann hevur fyrr verið semingsmaður har.

Teir tamilsku loysingarmenninir hava stríðst fyri egnum ríki síðani 1983, og meiri enn 65.000 fólk hava latið lív í bardøgum ímillum loysingarmenninar og stjórnarherin hesi árini.