Fyribilsstjórnin í Libya kunngjørdi í dag, at ættarbólkar, sum hava ligið í blóðugum stríði har suðuri í landinum í seinastuni, eru samdir um at binda frið.
-Samráðingarnar bóru á mál, og vápnahvíld er lýst í økinum, segði virkandi forsætisráðharrin, Abdel Rahim al-Kib, við tíðindafólk í høvuðsstaðnum Tripoli. Hann segði, at nú er friður í Sabha, sum er einar 750 kilometrar sunnan fyri Tripoli.
Fyrr í dag frættist, at minst 16 fólk vóru deyð í samanbrestum í býnum Sabha og har um vegir í dag, og sambært myndugleikunum hava bardagarnir millum ættarbólkarnar Arab og Toubou kostað meiri enn 100 mannalív ta seinastu vikuna.