Í eina viku hava hermenn úr Kambodja og Teilandi verið í blóðugum bardaga á markinum landanna millum, men nú eru partarnir samdir um at binda frið. Ein talsmaður fyri stjórnina í Kambodja sigur við tíðindastovurnar, at tað eru heryvirmenn hjá londunum báðum, sum hava gjørt avtalu um vápnahvíld. Talsmaðurin sigur, at Kambodja fer at halda avtaluna.
Hann leggut afturat, at londini hava avtalað at samskifta javnan fyri at sleppa undan møguligum misskiljingum.
Kambodja og Teiland stríðast um tað 900 ára gamla templið Preah Vihear. Í 1962 gjørdi ein altjóða dómstólur úrskurð um, at Kambodja eigur templið, men bæði londini siga seg hava rætt til eitt fýra ferkilometrar stórt øki við templið, og tað stríðast tey um.
Samanbrestirnir ta seinastu vikuna hava kostað 15 hermonnum lívið.