Stjórnin í Sri Lanka hevur ógildað vápnahvíldaravtaluna við Tamilsku Tikararnar Avgerðina hevur stjórnin tikið, eftir at ein vegjagarabumba kostaði fimm fólkum lívið og særdi 28 onnur í dag.
-Stjórnin hevur ógildað avtaluna, segði talsmaðurin hjá stjórnini seinnapartin. Hann segði eisini, at tað var forsætisráðharrin, Ratnasiri Wickremanayake, sum kom við uppskotinum um at seta avtaluna úr gildi.
Vápnahvíldin millum stjórnina og Tamilsku Tikararnar feks í lag í 2002 við norskum diplomatum sum semingsmonnum.