- Vár fer at ofra seg fyri felagið

- Gudskelov!, segði Gurli Restorff, tá hon fekk boðini um, at Vár í Gong verður nýggj forkvinna hjá sjúkrasystrunum.
- Vár verður ein góð forkvinna. Hon er arbeiðssom, og er ikki bangin fyri at møta mótgongd, sigur 87 ára gamla kvinnan, sum alt sítt lív hevur arbeitt sum sjúkrasystir.

Leygardagin 17. mars hittast sjúkrasystrarnar til aðalfund í Havn. Á fundinum fer Vár í Gong at taka við starvinum sum forkvinna í felagnum.
Dagliga starvast hon sum sjúkrasystir á Tjarnargarði. Her hevur hon verið so heppin at hava eina aðra sjúkrasystir at røkta – ta 87 ára gomlu Gurli Restorff úr Havn.
Tær hava havt mangar góðar samrøður, og ikki minst nú, tað gjørdist greitt at Vár verður nýggj forkvinna.
- Eg má siga, at eg gjørdist ógvuliga glað, tá eg hoyrdi tað. Hon er ung og frísk og hugsar “nutidigt”. Hon verður ein góð forkvinna, slær Gurli fast.
Seinnapartin í dag skuldi Vár í kvøldvakt á Tjarnargarði. Men fyrrapartin var hon og vitjaði á arbeiðsplássi sínum – einum góðum arbeiðsplássi, sum nú missir ein góðan starvsfelaga.

Ikki bangin
Gurli Restorff var 18 ára gomul, tá hon byrjaði at læra til sjúkrasystir. Hetta gjørdist eisini lívsstarv hennara.
Sum ein part av arbeiði sínum var hon eisini eitt skifti forkvinna í felagnum hjá føroysku sjúkrasystrunum, sum tá var undir Dansk Sygeplejeråd Føroya Deild.
Hon veit tí, hvat krevst av einari forkvinnu hjá sjúkrasystrunum. Og hon hevur tí eisini gjørt sær sína hugsan um, hvussu Vár fer at klára seg í hesum starvinum tey komandi trý árini.
- Eg eri onga løtu í iva um, at felagið hevur fingið eina unga og fríska forkvinnu, sum fer at verða til gagns fyri okkum.
- Vár er ikki bangin fyri at gera ein innsats, slær fyrrverandi sjúkrasysturin fast.

Góð ráð
Hjá eini nýggjari forkvinnu er altíð hent at fáa góð ráð. Og tey hevur Vár longu fingið frá Gurli.
- Eg havi sagt henni, at hon skal leggja stóran dent á, at limirnir tryggja seg ímóti arbeiðsskaðum.
- Og so skal hon eisini gera alt fyri at fáa limunum eina ordiliga pensjón. Ein veit jú ongatíð hvat kann henda, og tí er gott at hava eina góða skipan aftanfyri seg, sigur hon.
Sjálv ivast hon onga løtu í, at Vár veit hvat hon vil við starvi sínum, og at hon bæði er arbeiðssom, uttan tó at hon fer at leypa framav.
- Ein forkvinna hevur altíð brúk fyri at tosa við starvsfelagar sínar. Soleiðis kann ein sleppa undan misskiljingum.
- Hetta dugir Vár eisini, - tað havi eg sjálv lagt merki til. Tí hevur felagið fingið eina forkvinnu, sum fer at ofra seg fyri arbeiðið hjá sjúkrasystrunum, slær Gurli fast.

Kann ikki fáa alt
Tíðindini um at Vár ætlaði at bjóða verandi forkvinnuni av, bórust um vikuskiftið. Og í gjár hevði Dimmalætting samrøðu við Vár um ætlanir hennara.
Tá Gurli frætti, at Vár stóð í blaðnum, skundaði hon sær eftir tí, og fór inn á kamar sítt at lesa samrøðuna í friði og náðum.
- Eg læt kamarshurðina aftur, fyri at eingin skuldi órógva meg. Og jú, - tað var alt sera gott, sum hon segði í samrøðuni við blaðið, sigur Gurli við einum brosi.
Hinvegin so má hon tíverri staðfesta, at tey á deildini missa ein góðan starvsfelaga. Forkvinnustarvið er fulltíðarstarv, og tí fer Vár ikki at kunna røkja arbeiðið á deildini samstundis.
- Jú, tað er tíverri so. Men ein kann jú ikki fáa alt her á jørðini!, sigur Gurli.


FAKTA
Nýggja forkvinnan í Felagnum fyri føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar
Navn: Vár í Gong – 30 ár
Gift við Johann Behrens. Eigur trý børn
Útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 2002. Hevur fyri tað mesta starvast innan eldraøkið. Arbeiðir í løtuni á Tjarnargarði.
Tók í 2005 prógv sum kliniskur vegleiðari og í 2006 í Grundleggjandi Leiðaraútbúgving. Í løtuni tekur hon fakið búskaparstýring, sum er ein liður í akademiútbúgvingini á Føroya Handilsskúla.