Vár vann gull á 800 metrum frí

OYGGJALEIKIR: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur syrgt fyri fyrsta svimjigullinum í kvøld

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hevur lítlari løtu síðani vunnið oyggjaleikagull í svimjihøllini í Visby í Gotlandi.

 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard kom fyrst á mál á teininum 800 metrar frí.

 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann við tíðini 8:53:57. Nummar tvey var Chloe Plater frá Isle of Wight við tíðini 9:03.17.