Síðani tónleikabólkurin "Aldubáran" varð stovnaður fyri 10 árum síðani hava tey glett mangar áhoyrarar við tónleiki sínum.
Leygarkvøldið verður enn eitt høvi at hoyra bólkin spæla nýggj tónaverk eftir føroyskar komponistar.
Tey fara hetta kvøldið at spæla nýggj verk eftir Kára Bæk, Atla Petersen, Kristian Blak, Tróndi Bogason og A. Skrjabin.
Talan verður um eina heldur øðrvísi konsert enn vanligt, tí ætlanin er ikki at spælararnir bara skulu standa á einum staði alt kvøldið.
Henda konsertin hjá Aldubáruni verður hildin í samband við at Várframsýningin hjá Listasavni Føroya letur upp í morgin.
Hetta kvøldið verður tí gott høvi at fara á konsert, samstundis sum ein kann fara á Várframsýning.
Filmur og tónleikur
Aldubáran hevur havt skiftandi manningar gjøgnum árini, og hava tey luttikið við mong ymisk høvi.
Tey eru somuleiðis við á nýggju fløguni, sum kom út í gjár við verkum eftir Kára Bæk. Og tey fara eisini at spæla verk úr hesi nýggju fløguni á konsertini leygarkvøldið.
Ein serstakur partur verður settur av til filmstónleik. Marianna Mørkøre, sum saman við eini aðrari kvinnu, hevði eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík herfyri við videoinstallasjónum, hevur nevniliga gjørt ein film til eitt lag eftir Atla Petersen.
Hetta lagið, ið kallast "Summi siga" varð skrivað serstakliga til Andras Olsen í 1988, og verður tað at hoyra nú leygarkvøldið. Í samband við lagið hevur Marianna verið í Týskalandi og tikið upp ein film, sum eisini verður at síggja undir konsertini.
Vanligt er, at ein bólkur hevur eitt fast pláss undir eini konsert, men leygarkvøldið er ætlanin at flyta pallin runt í Listaskálanum. Hetta verður serliga gjørt tá soloverkini eru á skránni, og fáa áhoyrararnir soleiðis høvið til at hoyra onkur verk spæld í øðrum rúmum, har aukustikkurin somuleiðis er sera góður.
Við í Aldubáruni hesaferð eru bæði føroyingar og ein dani: Anna E. Klett á klarinett, Andras Olsen á trombon og danin Thomas P. Gooseman á klaver.