Várframsýning í Listasavni Føroya

Fernisering verður fríggjadagin 6. apríl.

Í samband við árligu Várframsýningina í Listasavni Føroya verður fernisering fríggjadagin 6. apríl kl. 16.00.

 

 

- Árliga Várframsýningin verður í Listasavni Føroya, og Várframsýningin 2018 er nr. 29 í røðini - Tað er felagið Føroysk Myndlistafólk, ið skipar fyri Várframsýningini.

- Fernisering verður fríggjadagin 6. apríl kl. 16.00. 

- Framsýningin verður opin frá 6. apríl - 29. apríl.

- Framsýningin verður tøkniliga fjøltáttað - alt frá installatión, grafikki, videolist, foto, kollagu, málarí o.ø.

- Várframsýningin er sensurerað, 52 sendu verk inn, og 14 av hesum luttaka.

 

 

Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningini 2018 eru Annika Gregoriussen, Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen.

 

 

Luttakandi listafólk eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Kathrina Højgaard, Astri Luihn, Bjarni Mohr, Bjørg Jacobsen, Dan Helgi í Gong, Jana Jonhardsdóttir, Jóhan Martin Christiansen, Maria Smith, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Vagnur Dam, Vígdis Petersen og Zacharias Heinesen.