Várið skapar gleði, vón og styrki

- Sól, hiti og litir fylla okkum við nýggjari vón, sigur Monica Stauss Joensen í práti um várið og páskasiðir
Samrøða

Úr lívinum: Vár og páskir
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina “Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum”. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á


***

Várið er komið, páskirnar hava júst verið, og skjótt fara smálombini at seta dám á landslagið.
Í bókini “Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum” skrivar Monika Stauss Joensen soleiðis:
“Várið hevur nakað heilt serligt við sær. Tað er, sum um náttúran roynir at fáa gleði, mót og styrki at vakna í okkum. Sól, hiti og litir fylla okkum við nýggjari vón.”
Vit spurdu Monicu, um kenslan er tann sama her norðuri í Føroyum, sum hon var har suðuri í Sveis.
- Í tí dagliga hugsi eg ikki so nógv um munin millum Sveis og Føroyar, tá ið vit tosa um árstíðirnar. Í sveisisku náttúruni eru skiftini sjónligari samanborið við í Føroyum. Trø og blómur eru klár at spretta, og í mai mánaði kann eitt vanligt frukttræ eftir bert einum sólskinsdegi síggja út sum eitt avbera vakurt blómutyssi. Í Føroyum upplivi eg stórsæð mest sum bert tvær árstíðir – ta ljósu og tí myrku, sigur Monica.

Páskaharan
Monica Stauss Joensen og vit onnur hava júst hildið páskir, og hon ásannar, at ein vissur munur er millum páskahaldið her og í Sveis.
- Í Sveis er djórið, sum brúkt verður í sambandi við páskir, ein hara. Páskaharan kemur við eggum og góðgæti til børnini. Samanborið við Føroyar, har mann fær sjokulátuegg, fær mann sjokulátuharur í Sveis í øllum hugsandi útgávum og støddum.
- Siðvenjan við páskaharuni stavar upprunaliga úr Týsklandi og er tekin um nakað, sum er fruktagott. Tað er eisini ein onnur meira spennandi frágreiðing um, hvaðani páskaharan stavar. Tað er ein søga úr griksku gudalæruni, har ein gudinna gandaði ein fugl til eina haru. Tá ið várið kom, saknaði haran so nógv at leggja egg, at gudinnan tók synd í henni og syrgdi fyri, at haran eisini slapp at leggja egg eina ferð um árið.
Leita eftir góðgæti
Tað er eitt sindur av muni at páskasiðum í Sveis og í Føroyum.
- Vanliga fingu Andrea, systur mín, og eg eina sjokulátuharu í part. Fyrsta páskadag plagdi pápi at krógva sjokulátuharuna, sum vit høvdu fingið, nøkur harðkókað, litað egg og okkurt søtmeti. Var veðrið gott, krógvaði hann alt úti í garðinum ella í skóginum, oftan meðan vit gingu sunnudagstúr. Aldrin sóu vit pápa goyma tingini, hóast vit royndu av øllum alvi. Altíð lat hann okkum vita, at tað var páskaharan, sum hevði goymt alt, og enn er tað mær ein gáta, hvussu hann bar seg at.
- Faktist eri eg eitt sindur kedd av, at eg ikki havi tora at ført meira siðir viðari hjá mínum børnum, sum eg sjálv eri uppvaksin við, sum til dømis St.Nikolaus og so víðari. Men henda siðin at goyma páskagóðgætið havi eg ført víðari. Á hvørjum ári havi eg goymt páskatingini fyri børnunum í stovuni páskamorgun. Tá ið tey høvdu etið morgunmat, fóru tey spent at leita. Pápi mín plagdi altíð at goyma tingini, so bara eitt evarska lítið petti sást av tí. Soleiðis havi eg eisini gjørt. Gjørdist tað ov ringt at finna, fingu tey eitt sindur av hjálp. Varð krógvað á lágum staði, segði eg, líka sum pápi plagdi at siga, ‘fiskur’; varð krógvað á høgum staði, segði eg ‘fuglur’, og vóru vit nær við tað krógvaða, segði eg ‘heitt’, og vóru vit langt frá, segði eg ‘kalt’.
- Eisini hevði omma mín ein heilt serligan máta at lita egg. Í køkinum hjá ommu míni hekk ein toyposi, har hon goymdi tey uttastu bløðini av leyki, sum hon brúkti til matgerð. Á páskum brúkti hon bløðini til at lita egg í.
Næstu ferð í hesi greinarøð “Úr lívinum” verður tosað um vælveru og ymiskar forvitnisligar vitaminir.