Sjónleikur
Kári hevur arbeitt við hesum ætlanum í longri tíð. Hann heldur, at tørvur er á at fylla út tómrúmið, sum oftani er á leikpallunum hesa ársins tíð. ?Nú hevur Pippi sjálvandi broytt hesa støðuna, tíbetur, og í næstum fer so Gríma í gongd. Men eg haldi vit eiga at skipa fyri onkrum tíðliga hesa ársins tíð, og tí havi eg tikið hetta stigið.
Kári Petersen hevur valt at geva tiltakinum heitið ?Várskemt? og undirheitið ?Sangur, tónleikur, nostalgi, skemt og ørskapur?. Hetta sipar so ikki til nakað ávíst, men hevur hann roynt at tríva í ymiskt, sum fer fram í gerandisdegnum og sum fær okkum at flenna og gerast vælhýrd. Burtur úr rúgvuni av evnum er m.a. eitt, sum eitur ?Um at mussa?. Talan er um undirhald av góðum slag.
Tilsamans eru 8 fólk við í hesum mentanarliga tiltakinum. Umframt Kára sjálvan, sum hevur skrivað tekstir og staðið fyri mest sum øllum fyrireikingunum, so fara eisini tríggjar kvinnur at vera á pallinum: Lív Lützen, Beinta Jákupson og Andrea Hansen. Men har verður so eisini sangur og spæl, og til tær uppgávurnar hevur Kári fingið Rúnu á Heygum og Gunnhild Andreassen og síðani Simma og Herluf Lützen.
Leikurin fer at vara í góðan hálvan annan tíma. Atgonguseðilin kostar 100 kr. Fyrsta sýningin verður hósdagin 1. mars klokkan 20.