Vóru óhepnir

Miðlarnir í Eysturríki hava úr at gera við at tosa við fyrrverandi landsliðsspælarar um skommina, sum teir áttu ábyrgdina av í Landskrona á sinni. Ikki óvæntað er ein av spælarunum Toni Polster, sum í drúgt áramál var størsta stjørnan í eysturríkskum fótbólti. – Vit vóru ótrúliga óhepnir handan dystin. Eg veit ikki, hvussu ofta eg rakti hasa topphúgvuna hjá málverjanum ella stólpan, tók stóri áleyparin heldur speiskliga til.